THW Kiel vaknaði í seinna hálvleiki og vann stórsigur

Bjarni í Selvindi, Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali avrikaðu væl í fyrra hálvleiki

Mynd: THW Kiel

Flogfarið við hópinum hjá THW Kiel lendi seinnapartin í dag, og í kvøld kundu fólk fegnast um at síggja Elias Ellefsen á Skipagøtu saman við liðfeløgunum í THW Kiel spæla dyst móti liðnum hjá Bjarna í Selvindi og Allani Norðberg, Valur.

 

Valur avrikaði væl í fyrra hálvleiki, og í steðginum vóru íslendsku meistararnir á odda 16-15. Men í seinna hálvleiki vaknaði týski risin, og liðið úr Kiel vann seinna hálvleik 19-8, og harvið dystin 34-24.

 

Elias skoraði trý mál og legði sum vant upp til fleiri mál hjá Kiel. Toppskjútti hjá Kiel við níggju málum var Eric Johansson.

 

Bjarni skoraði fimm mál fyri Val. Arnór Snær Óskarsson var toppskjútti hjá Vali við átta málum.

 

GOG hevur fýra stig, THW Kiel hevur tvey stig, meðan H71 og Valur einki stig hava. Dysturin millum H71 og THW Kiel bleiv av ongum ígjár. 

 

Sunnudagin klokkan 13 spæla THW Kiel og GOG. Og klokkan 15 spæla H71 og Valur. Portalurin stroymir báðar dystirnar. 

 

 

 

Mynd: THW Kiel