Á Dímunargarði takka tey fyri hjálpina

- Vit eru so ómetaliga heppin at hava nógv góð fólk, sum bjóða okkum eina hjálpandi hon, siga bóndahjúnini í Stóru Dímun

- Fyri stívliga tveimum vikum síðan blivu vit nakað avmarkaði við arbeiðsmegi. Eva fekk skaða í annan fótin, tá hon fekk eitt traðk frá kúnni.

 

Nakað soleiðis siga tey á Dímunargarði í Stóru Dímun á sínum Facebook-vanga í dag.

 

- Vit eru komin inn í summarið, og harvið er nógv arbeiði fyri hondum. Hvat er tá at gera?

 

Og á Dímunargarði kunnu tey fegnast:

 

- Vit eru so ómetaliga heppin at hava nógv góð fólk, sum bjóða okkum eina hjálpandi hon. Umframt, pápa, sum hevur tikið sær stundir at hjálpa til, meðan á stendur, høvdu vit eitt gott sjakk til hjálpar í vikuskiftinum. 

 

Á garðinum leggja tey aftrat, at familjan Erlingsson við Maluni á odda gjørdi eitt megnar arbeiði saman við teimum.

 

##med2##

 

- Tvær gongur eru royttar, og hvalbiarærnar fingu eina væl tiltrongda savning mánamorgunin, áðrenn tyrlan var eftir teimum á middegi.

 

Á Dímunargarði eru tey sera takksom, og á Facebook-vanganum hjá garðinum siga tey soleiðis at enda:

 

- Full av takksemi senda vit teimum øllum eina hjartans tøkk!