Donald Trump og Gianni Infantino fara saman at handa HM-steypið til vinnaran eftir finaluna 19. juli. (Savnsmynd: Hannah Mckay/Reuters)

Trump skal handa HM-steypið saman við FIFA-forsetanum

Amerikanski forsetin, Donald Trump, fer at handa HM-steypið til vinnaran saman við FIFA-forsetanum, Gianni Infantino, eftir HM-finaluna í fótbólti.

Donald Trump og Gianni Infantino fara saman at handa HM-steypið til vinnaran eftir finaluna 19. juli. (Savnsmynd: Hannah Mckay/Reuters)

Tað upplýsir Gianni Infantino í sjónvarpssendingini Fox and Friends, sambært Reuters og The Guardian.

– Vit fara at njóta finaluna saman við forsetanum, og síðani handa vit vinnaranum steypið – sjálvandi saman, sigur Infantino.

Spurdur beinleiðis, um hann og Trump fara at handa steypið saman, svarar FIFA-forsetin:

– Sjálvandi. Vit eru saman alla tíðina.

HM-finalan verður spæld 19. juli í New Jersey.

Útmeldingin staðfestir tætt sambandið millum Donald Trump og Gianni Infantino. Í fjør handaðu teir eisini steypið saman til Chelsea, eftir at felagið hevði vunnið HM fyri feløg. Tá varð Trump standandi á pallinum, meðan liðskiparin hjá Chelsea, Reece James, lyfti steypið.

Seint í 2025 handaði Gianni Infantino eisini Donald Trump nýstovnaðu friðarheiðurslønina hjá FIFA.

 

Donald Trump og Gianni Infantino fara saman at handa HM-steypið til vinnaran eftir finaluna 19. juli. (Savnsmynd: Hannah Mckay/Reuters)