Aðalráð umbyggjast til ungdómsbústaðir

Eitt av nýggju mál­u­num hjá lands­­stýr­i­num er at lata bygn­­ing­­in á Eirargarði, sum hýsir Heils­u­­­mála­­ráð­­num og Al­­manna- og ment­a­­mála­­ráð­n­um, til ung­dóms­íbúðir

Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, millum annað í samrøðu við Sosialin.

 

Tað verð­a Bústaðir, sum skal standa fyri hesum. Tað verð­ur gjørt so­leiðis, at Bú­stað­­ir fær ella leig­ar fyri sym­­bol­ska upphædd byg­n­ing­­in frá landsstýrinum og inn­­rætt­ar millum 43 og 55 ung­dóms­býli har.

 

Aðalráðini flyta í næstum, Heils­u­­málaráðið í hølini hjá Lív í Quill­ings­garði og har um leið­ir, og Al­manna- og Ment­­­a­málaráðið gomlu gulu smiðj­una hjá Wenzel Petersen úti í Bakka.

 

Løg­mað­ur fegnast um hetta til­takið.

 

– Fólk, sum lesa og læra og hava lítla inn­tøku, tey mugu hava ein lága leigu. Tað ber til í hes­um føri, tá Bústaðir ikki skal brúka pengar at keypa bygn­ing­in fyri.

 

Eftir ætlan verða tað mill­um 43 og 55 íbúðir í bygn­ing­i­num, tað veldst um stødd­ir­­nar á teim­um. Verða tað bara kømur, so verður tal­an um 55, men verða nakrar størri í­búð­ir, so verð­ur tal­ið 43. Støða er ikki tikin til tað enn, sigur løg­maður.

 

Spurdur um tað hevur ver­ið eitt mál at savna øll aðal­ráðini nærindis Tinga­nesi sig­ur løgmaður, at tað hev­ur tað verið.

 

– Tað er ein fyrimunur bæði hjá poli­tik­ar­um og em­bæti­­sf­ólki, tí tað er so nógv sam­starv millum ráðini.

 

Spurdur um tað ikki hevði verið best at bygt ein bygn­ing uttan fyri bý­in, sum kundi hýst øllum aðal­ráðu­num undir sama taki, svarar lø­g­­mað­­ur, at tað heldur hann ikki.

 

– Tað hevur verið um­hugs­að. Men eg eri ímóti tí. Tinga­nes er so søg­u­ligt, tað hevði verið øgiliga keð­i­ligt at far­ið út um býin í ein stór­an skriv­stov­­u­byg­ning, heldur enn at vera her í søgu­liga Tinganesi. Sjálvt um tað er trongt, so er tað so sjar­mer­andi at vera á slík­um søgu­ligum stað, held­ur løgmaður.

 

Aksel V. Johannesen, lømgmaður, sigur við Sosialin, at bú­stað­ar­pol­i­tikkurin fer fylla nógv í ólav­søk­u­røð­uni. Hann sig­ur, at ein ar­beiðs­bólk­ur er júst kom­in við nøkr­um til­mæl­um, sum verða tik­in við, og at hetta sum longu nevnt er tann størsta avbjóðingin vit hava, sigur hann.