Tveittur úr náttklubba áðrenn hann koyrdi í mannamúgvu

Løgreglan í Los Angeles hevur ákært ein mann fyri álop við einum deyðiligum vápni, eftir at maðurin leygardagin koyrdi ein bil inn í eina stóra mannamúgvu uttan fyri ein náttklubba í amerikanska stórbýnum.

 

Robyn Beck/AFP/Ritzau Scanpix

Tað skrivar tíðindastovan AFP.

Løgreglan hevur eyðmerkt 29 ára gamla mannin sum Fernando Ramirez, upplýsir Rosario Cervantes, talskvinna hjá løgregluni.

Umleið 30 fólk fingu skaða, tá bilurin koyrdi inn í eina kø uttanfyri náttklubban í East Hollywood-distriktinum.

Ben Fernandes, leiðari fyri løgregluna í Los Angeles, sigur við Los Angeles Times, at Ramirez frammanundan varð blakaður út úr náttklubbanum.

- Ein gjøgnumgongd av videoupptøkum vísir, at hann koyrdi upp á gongubreytina eitt sindur burturfrá, og at tað var ein tilætlað gerð, tá hann rakti fólkini úti frammanfyri, sigur Ben Fernandes.

 

/Ritzau/

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

 

Robyn Beck/AFP/Ritzau Scanpix