Hóast samgonguskjal og málsøkjabýti er komið upp á pláss, so vilja floksformenninir einki siga enn um tað, sum stendur í samgonguskjalinum, ella hvussu málsøkjabýtið verður.
Men sum skilst verður talan um sjey aðalráð. Sjálvt um nýskipanarnevndin mælti til seks aðalráð, og sjálvt um Aksel V. Johannesen, løgmaður, skerdi undanfarna landsstýri úr níggju niður í seks aðalráð – í semju við allar flokkar, so skilst, at flokkarnir í nýggju samgonguni eru samdir um sjey aðalráð fyri at fáa politisku kabalina at ganga upp – og fyri at Fólkaflokkurin skal fáa eitt sindur størri vald enn hinir báðir flokkarnir.
Sum vit skrivaðu fyrr í dag, so fer Bárður á Steig Nielsen, formaður Sambandsfloksins í landsstýrið. Har skal hann helst umsita uttanríkismál og kanska fiskivinnumál eisini.
Aksel V. Johannesen fer helst at umsita fíggjarmál. Tá aðalráðini nú verða eitt fleiri enn í verandi landsstýri, so er hugsandi, at samanlagda Heilsu- og almannamálaráðið verður býtt sundur aftur í tvey ráð. Báðar tingkvinnurnar hjá Javnaðarflokkinum, Súsanna Bertholdsen og Margit Stóra hava umsitið málsøkið, tó mest Margit Stórá, sum eisini hevur sítt borgarliga starv sum varastjóri í sjúkrahúsverkinum. Hugsandi er at hon verður hitt landsstýrisfólkið hjá Javnaðarflokkinum, í annaðhvørt heilsumálum ella almannamálum.
Javnaðarflokkurin hevur boðsent floksleiðsluni á fund í annaðkvøld klokkan 19. Flokkurin hevur ta reglu, at tað er formaðurin sum setur liðið – sum velur landsstýrisfólk floksins, men tað skal góðkennast í floksleiðsuni, sum er hægsti myndugleiki í Javnaðarflokkinum millum landsfundirnar. Tað verður gjørt í annaðkvøld.
Hjá Sambandsflokkinum er tað tingmanningin, sum velur landsstýrisfólkini.
Hóast Javnaðarflokkurin ikki hevur skrivaðar reglur um javnstøðu í landsstýrinum, so hevur Aksel V. Johannesen mangan víst á týdningin við javnstøðu, og hann er eisini einasti løgmaður, sum hevur havt javnstøðu í landsstýrinum. Tí verður tað mett sum óhugsandi, at Javnaðarflokkurin ikki hevur javnstøðu í sínum parti av landsstýrinum.
Um so verður, at Aksel V. Johannesen og Margit Stórá fara í landsstýrið, so kom tvær kvinnur á ting sum føst varafólk, Bjørt Lind og Eyðgunn Samuelsen. Tá hevur flokkurin javnstøðu bæði í Løgtinginum og í landsstýrinum.
Gitt hevur verið, at Sambandsflokkurin skal hava løgtingsformannin, og at tað tí verður Johan Dahl. Men sum skilst eru tey ikki liðug at togast um tann sessin enn – og tað veldst eisini um, hvør fær formansessin í fíggjarnevndini. Hesir sessir skulu – sum skilst – býtast millum Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin.










