Ari í Haraldsstovu Petersen vardi fyrr í kvøld málið í týðandi dysti hjá ÍBV í bestu íslendsku fótbóltsdeildini á útivølli á Akureyri móti Þór.
ÍBV vann stórsigur 4-1. Í steðginum var støðan 3-0. Tey trý málini vóru skotin fyrstu 23 minuttirnar av dystinum.
Bjarki Björn Gunnarsson syrgdi fyri tveimum teimum fyrstu málunum. Sesar Örn Harðarson og Omar Sowe skutu hini bæði málini.
Talan var um annan sigurin á rað hjá ÍBV, ið nú er triðaftast í deildini við átta stigum. ÍBV hevur fýra stig upp til Akranes, ið er á sætta plássinum, ið gevur atgongd til ovara endaspælið aftaná lokið grundspæl.
Komandi sunnukvøld klokkan 19 kemur Stjarnan á vitjan á Hásteinnsvøllinum í Heimey.











