Eitt av høvuðs­nøvnu­num á G! doyði í tyrlu­van­lukku í dag

Amerikanski sangarin, Oliver Tree, sum skuldi spæla sum eitt av høvuðsnøvnunum á ársins G!Festivali, doyði í tyrluvanlukku í Rio de Janeiro í dag

Myndatekstur: Amerikanski sangarin Oliver Tree er sambært brasilskum myndugleikum ein av teimum seks, sum lótu lív í eini tyrluvanlukku í Rio de Janeiro sunnudagin. (Mynd: Suzanne Cordeiro/Ritzau Scanpix)

– Vit kunngera í dag heimsstjörnuna Oliver Tree og trý onnur spennandi növn. Öll eru tey eitt sindur lögin, hvör á sín hátt, men samstundis eru öll fangandi.

Soeliðis skrivaði G!Festivalurin í tíðindaskrivi 10. mars í ár, tá tað var kunngjørt, at amerikanski sangarin Oliver Tree skuldi koma til Føroya at spæla á G!Festivalinum í næsta mánaði.

Og lítið vardi tað okkum fyrr í dag, tá vit skrivaðu tíðindini um tryluvanlukkuna í Brasil, at ein føroysku vinkul var í hesi søgu.

Men í kvøld frættist, at Oliver Tree er ein av teimum seks fólkunum, sum doyðu í tyrluvanlukkuni.

Lesið eisini: Tvær tyrlur stoyttu saman í Brasil – minst seks fólk deyð

 

Sambært brasilskum miðlum og løgregluni í Rio de Janeiro var Oliver Tree ein av teimum seks, sum lótu lív, tá tvær tyrlur stoyttu saman í luftini yvir býnum.

Vanlukkan hendi í býpartinum Recreio dos Bandeirantes, har onnur tyrlan datt niður á eitt parkeringsøki við elbilum. Eldur kyknaði í minst 20 bilum eftir samanstoytin.

Oliver Tree var kendur fyri hittini Life Goes On og Miss You og hevði milliónir av fylgjarum á sosialum miðlum og stroymingartænastum. Hann var á altjóða konsertferð og hevði fleiri konsertir á skránni í Evropa í summar, umframt framførslun á G!

Brasilskir myndugleikar hava sett kanningararbeiði í verk fyri at finna orsøkina til vanlukkuna.

 

 

 

Myndatekstur: Amerikanski sangarin Oliver Tree er sambært brasilskum myndugleikum ein av teimum seks, sum lótu lív í eini tyrluvanlukku í Rio de Janeiro sunnudagin. (Mynd: Suzanne Cordeiro/Ritzau Scanpix)