HM í fótbólti hjá monnum verður leikt í USA, Meksiko og Kanada dagarnar 11. juni til 19. juli.
11 av 16 vertsbýum liggja í USA, og í hesum 11 vertsbýunum gleddu gistingarhúsini seg nógv til at fáa nógvar bíleggingar frá fótbóltsfjepparum úr øllum heiminum.
Men nú HM nærkast er talan um eitt sera stórt vónbrot fyri gistingarhúsvinnuna í New York, East Rutherford, Atlanta, Kansas City, Houston, San Francisco, Los Angeles, Philadelphia, Seattle, Boston og Miami.
Tað vísir seg nevnliga, at bíleggingarnir til kømur undir HM-tíðarskeiðnum eru langt frá tí, ið væntað var. Sambært The Athletic vísir ein frágreiðing, at 80 prosent av gistingarhúsunum í teimum amerikonsku vertsbýunum hava væl færri bíleggingar enn tey høvdu lagt upp fyri.
Mett verður, at methøgir atgongumerkjaprísir til HM-dystirnar, trupuleikin at fáa uppihaldsloyvið, politiskt órógv, og dýrir ferðaseðilsprísir hava gjørt sítt til, at so nógvir fótbóltsfjepparar vilja heldur síggja HM-dystir frammanfyri sjónvarpsskíggjanum enn at ferðast longu leiðina til USA.
Sambært Wall Street Journal eru væntaðu Airbnb-bíleggingarnar eisini langt frá tí væntaða talinum til komandi HM-endaspælið.
Altjóða fótbóltssamgongan eigur eisini sín lut í skuffandi lága talinum av bíleggingum í teimum 11 amerikonsku vertsbýunum. FIFA hevði nevnliga í góðari tíð bílagt nógvar gistingar á gistingarhúsunum í teimum 11 amerikonsku vertsbýunum, men tað hevur heldur ikki gingist væl hjá FIFA at selja pakkar við uppihaldi og HM-atgongumerkjum, og tí hevur FIFA avlýst fleiri bíleggingar hjá gistingarhúsunum.
Aðrir HM-vertsbýir eru Toronto og Vancouver í Kanada, og Meksiko býur, Monterrey og Guadalajara í Meksiko.










