Bretsku heilsumyndugleikarnir vita nú at siga, at tveir bretskir ríkisborgarar nú eisini eru smittaðir við hanta-virus.
Illgruni er um ein tilburð aftrat hjá einum bretskum ríkisborgara, sum er staddur í Tristan Da Cunha.
Hetta er ein oyggjabólkur, sum hoyrir undir St. Helena, har umrødda ferðamannaskipið herfyri var inni við fólki.
Sagt hevur verið, at eini 40 fólk fóru av skipinum í St. Helena, og vandi er fyri, at nøkur av hesum kunnu bera smittu við sær.










