Johan Mortensen, sum er konsulentur fyri føroysk feløg, kunnaði mánadagin amerikanska sendimannin í Keypmannahavn, Ken Howery, sum var á vitjan í Føroyum, um møguleikar fyri olju- og gassleiting í føroyskum sjógvi.
Johan Mortensen hevur umboðað amerikanska felagið Anadarko, sum er úr Houston, Ken Howery, sendiharrin, er føddur i Texas, so tað helt hann verða ahugavert.
Eisini kunnaði Johan Mortensen sendimannin um storu møguleikarnar í Føroyum fyri spacevinnu, og at vit fegin síggja Space X sýna áhuga fyri Føroyum.
Sendimaðurin og Elon Musk eru vinmenn og vinnulivspartnarir, so tað hevði verið áhugavert um Elon Musk kom hendavegin, heldur Johan Mortensen.
Alt bendir á, at Føroyar fara at siggja meira til samstarv við Amerika bæði á vinnuøkinum og á granskingarsamstarvi á Universitetsstøði í komandi tíðum, sigur Johan Mortensen.










