Danmark vil hava at Ukraina fær fullan limaskap í ES

Danmark heldur fast við, at Ukraina skal gerast fullgyldugur limur í ES – hóast týski samveldiskanslarin, Friedrich Merz, hevur skotið upp eitt meira leysa tilknýti

Týski samveldiskanslarin, Friedrich Merz, skjýtur upp, at Ukraina fyrst fær eina serliga støðu sum “associeraður limur” av ES í staðin fyri fullan limaskap. (Savnsmynd) Mynd: Tobias Schwarz/Ritzau Scanpix.

Tað segði danski virkandi europamálaráðfrúan, Marie Bjerre, á veg á fund við europamálaráðharrarnar í Brussel í dag.

– Vit noyðast at halda fram á tí leiðini, sum longu er løgd, segði hon sambært Ritzau.

Merz hevur skotið upp, at Ukraina fyrst fær eina serliga støðu sum “associeraður limur” av ES. Tað hevði givið Ukraina skjótari tilknýting til ES, men uttan fullan limaskap og uttan atkvøðurætt á ES-fundum.

Sambært Merz eru nógv forðingar fyri einum skjótum ukrainskum limaskapi, millum annað krígsrakti búskapurin, trupulleikar við mutri og veikleikar í rættarskipanini.

Men Danmark vil framvegis arbeiða fyri, at Ukraina gerst fullur limur í ES.

Marie Bjerre sigur eisini, at Danmark hevði sum mál undir danska ES-formansskapinum at lata upp øll seks samráðingarøkini við Ukraina.

Tað eydnaðist tó ikki, tí Ungarn tá blokeraði gongdina.

 

 

 

Týski samveldiskanslarin, Friedrich Merz, skjýtur upp, at Ukraina fyrst fær eina serliga støðu sum “associeraður limur” av ES í staðin fyri fullan limaskap. (Savnsmynd) Mynd: Tobias Schwarz/Ritzau Scanpix.