Ein modernaður skúli við egnum landbúnaði

Gerandisdagurin hjá næmingunum er ongantíð líka á Gråsten Landbrugsskole, sum liggur í Suðurjútlandi í Danmark

Lestrarblaðið – í Sosialinum nr. 6, 13. februar 2026:

 

Dagliga ganga umleið 270 næm­ingar á skúlanum. Næmingarnir fáa undirvísing í ymsum skeið­ um so sum EUD (siðbundna land­ búnaðarútbúgvingin) og EUX (land­ búnaðarútbúgvingin og STX­miðnám).

 

Tað serstaka við Gråsten Land­ brugsskole er, at øll undirvísingin gongur fyri seg á skúlanum. Bæði tað praktiska og tað bókliga. Av tí sama eru allir lærararnir eisini á skúlanum.

 

Harvið kunnu allir næmingar vera á skúlanum og hava sín gerandisdag saman við hinum næmingunum.

 

Næmingarnir hava møguleika at búgva á skúlanum, og tað gevur vinarløg fyri lívið.

 

– Her eru altíð nógvir aktivitetir, so man fer ongantíð at keða seg, siga tey úr skúlanum.

 

Gerandisdagurin hjá næmingun­ um er ongantíð líka, og býtið millum teoretiska og praktiska undirvísing riggar væl.

 

– Næmingarnir verða undirvístir í einum ávísum evni, og síðani fara teir

 

út í okkara egna jarðarbrúk og royna tað í praksis. Hetta fyrireikar næmingarnar væl til at fara víðari.

 

Møguleiki er eisini fyri námsferðum í Danmark og uttanlands – til dømis Suðurafrika, Týsklands, Kanada og USA.

 

– Her hava næmingarnir møgu­ leika at uppliva, hvat onnur lond gera í sambandi við landbúnaðin, og fáa góðan íblástur, sum teir kunnu brúka heima.

 

##med2##

 

Lestrarblaðið kann eisini lesast við at trýsta her

 

##med3##