Stjarnan tapti stórt undan botnfinaluni móti Selfossi

Liðið hjá Natasju Hammer og Inga Mariu Roysdóttir formáddi sær ikki nógv móti Vali

Natasja Hammer, Inga Maria Roysdóttir og liðfelagarnir í Stjörnuni eru framvegis næstaftast í bestu íslendsku hondbóltsdeildini við fimm stigum. Selfoss er aftast við fýra stigum.

 

Í triðseinasta umfarinum, ið verður leikt leygardagin 14. mars skal Stjarnan spæla dyst móti Selfossi á útivølli. Skal Stjarnan sleppa undan aftasta plássinum, ið merkir beinleiðis niðurflyting til næstbestu deildina, so má Stjarnan hava stig í útidystinum á Selfossi.

 

Í dag tapti Stjarnan stórt á heimavølli 20-30 fyri verandi meistarunum, Vali. Valur var á odda 15-9 í steðginum.

 

Natasja skoraði trý mál í dystinum.