Systkinabarns- og toppuppgerð í Wenzel Nordic Cup er júst leikt í høllini við Tjarnir.
Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel vunnu 31-27 á Óla Mittún og hansara liðfeløgum í GOG.
Í fyrra hálvleiki var GOG tó omaná, og í steðginum var liðið av Fjóni á odda 18-14. Í seinna hálvleiki var tað tó Kiel, ið var greitt omaná. Seinni hálvleikur endaði 17-9 til Kiel. Kiel hevði eina líknandi gongd móti Vali, har teir vóru seinir í upptrekkinum í fyrra hálvleiki, men vóru flúgvandi í seinna hálvleiki.
Elias skoraði seks mál fyri THW Kiel, meðan Óli skoraði fimm mál fyri GOG. Systkinabørnini løgdu eisini upp til fleiri mál í dystinum.
Domen Makuc var við átta málum toppskjútti hjá THW Kiel. Toppskjútti hjá GOG við níggju málum var Manuel Zehnder.
Klokkan 15 byrjar dysturin millum føroysku meistararnar, H71 og íslendsku meistararnar, Valur sum hevur Bjarna í Selvindi og Allan Norðberg á liðnum. Portalurin stroymir dystin.
##med2##
##med3##














