Ovara endaspælið: KÍ vann og HB snávaði

Nú er HB bert trý stig frammanfyri KÍ

Maria Vinjardsdóttir Johansen fekk KÍ á sigurskós (Savnsmynd: KÍ)

Nú er veruligur spenningur komin í FM-stríðið í ovara endaspælinum í Meistaradeildini hjá kvinnum.

 

Oddaliðið, HB megnaði bert javnleik 0-0 móti Skála ÍF undir Mýruhjalla á Skála.

 

Samstundis vann KÍ 2-0 (1-0) á Víkingi í Sarpugerði í Norðragøtu. Verandi FM-vinnararnir eru nú bert trý stig aftanfyri HB.

 

Fríggjakvøldið 28. august møtast KÍ og HB á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík. 

 

Skála ÍF-HB 0-0

 

Víkingur-KÍ 0-2 (0-1)

 

0-1 Maria Vinjardsdóttir Johansen (29.)

 

0-2 Durita Hummeland (79.)

 

Kelda: dystir.fo

 

HB er fremst við 40 stigum, og KÍ hevur 37 stig. Víkingur hevur 24 stig, meðan Skála ÍF er aftast við 11 stigum. 

 

 

 

Maria Vinjardsdóttir Johansen fekk KÍ á sigurskós (Savnsmynd: KÍ)