Tað upplýsir bankin í tíðindaskrivi.
Rentuhækkingin kemur í kjalarvørrinum á vaksandi inflatión í Evropa, sum sambært ECB í stóran mun stavar frá hækkandi orkuprísum orsakað av krígnum í Miðeystri.
ECB hevur sum mál, at inflatiónin skal liggja um tvey prosent. Tá prísvøksturin er hægri enn tað, kunnu hægri rentur vera eitt amboð til at køla búskapin niður og minka um inflatiónina.
Miðbankin væntar í løtuni, at miðal inflatiónin í evruøkinum fer at liggja um trý prosent í 2026.
Rentuhækkingin var væntað av teimum flestu búskaparfrøðingunum, og tí hevur sjálv avgerðin ikki havt stórvegis ávirkan á fíggjarmarknaðirnar.
Søren Kristensen, høvuðsbúskaparfrøðingur í AL Sydbank, sigur í einari viðmerking, at íleggjarar nú serliga leggja dent á signalini um komandi rentufundir.
– Vit tulka hetta sum eitt greitt tekin um, at ECB-stjórin Christine Lagarde og hennara starvsfelagar eru til reiðar at hækka rentuna aftur, um tað verður neyðugt, sigur hann.
Sambært ECB skapar støðan í Miðeystri framvegis óvissu um búskaparligu gongdina. Tí vil miðbankin ikki binda seg til eina ávísa rentuleið framyvir.
Hetta er fyrsta rentubroytingin hjá ECB í eitt ár. Í juni í fjør lækkaði miðbankin rentuna úr 2,25 niður í 2,0 prosent.
Seinasta rentuhækkingin undan hesi var í september 2023, tá ECB hevði hækkað rentuna tíggju ferðir á rað fyri at fáa tamarhald á høgu inflatiónini, sum fylgdi í kjalarvørrinum á orkukreppuni í Evropa.
Philip Jagd, íløguleiðari hjá Sampension, heldur, at miðbankin við hesi avgerðini vísir neyðuga varsemi.
Hann vísir á, at ECB fekk atfinningar undir inflatiónskreppuni í 2022 fyri at bíða ov leingi við at seta tiltøk í verk, og at bankin nú roynir at forða fyri, at sama støða endurtekur seg.
##med2##
ECB-stjórin Christine Lagarde kunngjørdi í dag, at Evropeiski miðbankin hækkar rentuna til 2,25 prosent fyri at tálma inflatiónini í Evropa. (Mynd: Heiko Becker/Reuters)












