Tvey børn og ein vaksin lótu lív, tá ein persónbilur koyrdi á ein bólk av næningum, sum vóru súkklutúr í Hálandi.
Haraftrat fingu fýra børn álvarsligar løstir.
- Hendingin fór fram í býnum, Vogelwaarde, nær markinum til Belgia, vita myndugleikarnir í landslutinum, Zeeland, at siga.
Sagt verður, at tað var ein persónbilur, sum koyrdi á ein bólk við 14 súkklandi skúlabørnum og tveimum vaksnum.
Fyribils er ikki greitt, hvussu gomul børnini vóru.
Tríggjar sjúkraflutningstyrlur, fleiri sjúkrabilar og sløkkiliðsbilar vórðu send á staðið.
- Tey fýra løstaðu børnini eru send á sjúkrahús í Ghent, Antwerpen og Rotterdam, veit hálendski tíðindamiðilin HVR at siga.
Løgreglan sigur, at ein persónur er handtikin í sambandi við hendingina, men løgreglan vil fyribils ikki siga meira um málið.
Ávísin De Telegraf veit at siga, at hond verður tikin um tey raktu og tey, sum vóru saman við teimum raktu.
- Neyðhjálparfólk, sum komu á staðið, fáa sambært myndugleikunum eisini hjálp eftir ógvusligu hendingina í Hálandi.











