Í ljósinum av hækkandi orkuprísum leggur ES-nevndin upp til, at limalondini veita stuðul til at skifta gass- og oljuketlar út við hitapumpur og sólpanel.
Hetta kom fram á tíðindafundi í morgun, har ES-nevndin hevur lagt fram eitt orkuuppskot, sum skal tálma hækkandi orkuprísum í kjalarvørrinum av krígnum í Iran.
Í Danmark hava húsaeigarar, sum skifta hitaveitingina frá olju- ella gassketli til hitapumpu, kunnað fingið ríkisstuðul í fleiri ár, eins og vit í Føroyum fáa mvg-afturbering.
Sambært ES-nevndini er endamálið at verja brúkarar og vinnufyritøkur móti brádligum príshækkingum og harvið avmarka tær "samfelagsbúskaparligu" avleiðingarnar orsakað av Iran-krígnum.
ES leggur upp til fleiri ymisk átøk til limalondini. Tey kunnu síggjast sum eitt slag av amboðskassa, sum einstøku londini kunnu brúka.
Samlaða endamálið er at økja um elektrifiseringina í Evropa við miðvísum tiltøkum fyri bæði vinnu og brúkarar.
Millum annað eigur ES eisini at styrkja samlaðu samskipanina av orkugoymslunum av olju og gassi, stendur í uppskotinum.
– Okkara AccelerateEU-strategi fer at geva bæði meira strukturellan lætta til evropeiskar borgarar og vinnu. Vit mugu skunda undir skiftið til reina orku, sigur forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen.
– Hetta fer at geva okkum orkuóheftni og tryggleika og gera okkum betur útgjørd til at standa ímóti geopolitiskum ódnum, sigur hon.
Hækkandi prísirnir á flogbrennievni eftir ósemjuna í Iran fáa eisini ES at leggja upp til eitt sonevnt "brennievnisobservatorium". Endamálið er at hava eftirlit við brennievnisgoymslunum hjá ES á samferðsluøkinum.
– Hetta fer at gera tað møguligt skjótt at eyðmerkja møguligar manglar og, um neyðgoymslur skulu brúkast, at seta miðvís tiltøk í verk fyri at varðveita eitt javnbýti av brennievninum, stendur í tilmælunum.
Orkukommisserurin hjá ES, Dan Jørgensen úr Danmark, var við til framløguna av tilmælunum hjá ES-nevndini.
Hann vísir á, at ófriðurin í Miðeystri hevur hækkað kostnaðin av fossilum brennievnum í ES-londunum við 24 milliardum evrum, sum svarar til 179 milliardir danskar krónur.
/Ritzau/










