Tjóðveldi fer lætt um sannleikan

Tá ið Tjóðveldi seinastu tíðina hevur brúkt nógva orku uppá at skriva og lýst við myndum bústaðarætlanirnar í Kollafirði, má eg tíverri staðfesta, at talan bert er um heita luft, sigur býráðslimur fyri Javnaðarflokkin

Tá ið Tjóðveldi seinastu tíðina hevur brúkt nógva orku uppá at skriva og lýst við myndum bústaðarætlanirnar í Kollafirði, má eg tíverri staðfesta, at talan bert er um heita luft, ið hvørvir líka skjótt burtur, tí tað er IKKI RÆTT at hesi viðurskiftir eru komin á mál, ella samtykt, tvørtur ímóti.

 

Stutt eftir miðnátt mikudagin 15 apríl, leggur forkvinnan í byggi & býarskipanarnevndini í Tórshavnar Býráð stóra grein út um bústaðir í Kollafirði.

 

Forkvinnan gleðist um at verkætlanin á Lygnnesi er samtykt, og at seinastu viðurskiftir í miðstaðnum eru um at verða komin upp á pláss. Endar við at siga, at maskinur kunna fara á lendið í summar.

 

Atgongd til lendið í Miðstaðnum

 

Eg var sjálvur avgerandi partur í tilgongdini at útvega kommununi lendi í miðstaðnum í des. 2023. Talan var um gjørda avtalu millum táverandi borgarstjóra Heðin Mortenssen, Trónd Sigurðsson, formann í byggi og bý og tekniskunevnd og festaran á Sjóvargarði um lendið í miðstaðnum í Kollafirði.

 

Hetta var í trá við almennu byggisamtyktina, har stór útstykking skal farast fram í Innibø, oman fyri Ítrottarhøllina og skúlan. Í Kollafirði hevur ongantíð áður verði útvegað so stórt kommunalt lendisfrælsi í einum. Tí var tað tá ein søgulig hending fyri bygdina. Lat ongan iva verða um, at tað er við Javnaðarflokkinum á odda, at hetta gjørdist verðurleiki.

 

Fólk kundu flutt inn í íbúðir á Lygnnesi í summar

 

Var rætt farið fram, so var verkætlanin á Lygnesi byrjað tíðliga á vári í 2025. Har hevur Tjóðveldi vart seg við at bíða var eftir svari frá trimum eigarum, um at selja lendið afturat verkætlanini. Hetta var afturvendandi grundgevingin fyri, at onki hendi. Ikki fyrrenn eg sjálvur fór á gátt hjá teimum og fekk staðfest, at teir bíðaðu eftir endaligu niðurstøðu og keyp frá kommununi, at gongd kom í málið aftur. Hetta kostaði verkætlanini alt árið í fjørð í óneyðugari bíðitíð. At forkvinnan í byggi & bý blandar nú eisini landar Lygnnes og miðstaðarætlanina saman gevur onga meining.

 

Bulur hevur bíðað í 1 ár eftir svari

 

Á várið 2025 fekk Bulur fundarinnkalling frá borgarstjóranum. Fundurin skuldi snúgva seg um Poul Jakkusa trø, sum Bulur í dag eigur. Endamálið var at fáa avtalu um búðstaðir á trøðni. Eftir ynski frá borgarstjóranum, skuldi Bulur venda aftur við uppskotið um kostnað, fyri sølu av trøðni.

 

Hetta var neyðugt, soleiðis at kommunan kundi fara inn at gera vegatkomu o.a. fyri síðan at bjóða hetta út. Hetta vildi gera kostnaðin á búeindunum bíligast. Hetta vóru allir partar samdir um. Tveir dagar seinni sendi Bulur inn tilboð.

 

Hóast fleiri rykkjarar, hava teir enn ikki fingið nakað endaligt svar.

 

Afturat hesum kann nevnast trøðin hjá Betri Banka á Signabø, Skúlatrøðin og Rættartrøðin.

 

Men hetta hevur bara verið bert tos.

 

Tá kennir man Tjóðveldi aftur.

 

Onki samtykt

 

Búðstaðarætlanin í miðstaðnum í Kollafirði er IKKI samtykt. Fundurin forkvinnan í byggi & býarskipanarnevndini vísir til er nevndarfundurin í byggi & bý mánadagin 13. apríl. Tveir dagar frammanundan greinin verður løgd út. Her er langt á mál, tí við Tjóðveldi á odda hevur kommunan gjørt alt fyri at ganga ímóti gjørdu avtalu frá 2023. Hóast festarin í fleiri umførum hevur ynskt samskifti og avgreiðslu.

 

Nógv kundi verði sett í gongd

 

Staðfestast kann, at tað eru nógvir møguleikar í Kollafirði í samband við bygging. Eisini í tí stødd, ið bygdini tørvar, og er ikki neyðugt at bíða so leingi eftir teimum loysnunum. Bulur hevur millum annað víst á, at var man farin í gongd í fjør, so kundu fleiri flutt inn longu í summar. 

 

Veruleikin er tann, at í staðin fyri at avgreiða, finna røttu loysnirnar, og vísa veruligan seriøsitet, so fellur alt yvir til bara tos og heita luft.

 

Tí harmar tað meg, at forkvinnan í byggi & bý, við góðum stuðli frá borgarstjóranum og Tjóðveldi, er farin at nýta slíka handfaring ístaðin fyri at lýsa fakta.

 

Síðan hetta valskeiðið byrjaði, hevur Javnaðarflokkurin víst á týdningin av at fáa endaligu viðurskiftini avgreidd.

 

Niðurstøðan

 

Lat ongan iva verða um, at Javnaðarflokkurin heldur seg allar gjørdar avtalur í samgonguskjalinum.

 

Nú vit eru á bygd og evnið er búðstaðir, framgongur har greitt, at útvegast skula fleiri fjøltáttaðar búðstaðir úti á bygdunum í kommununi og fer Javnaðarflokkurin at halda seg til gjørdu avtaluna um lendið í miðstaðnum í Kollafirði.

 

Í samgonguskjalinum stendur eisini, at Eldradepilin í Kollafirði skal byggjast liðugur í hesum valskeiðinum. Hetta vil Javnaðarflokkurin eisini tryggja.

 

Eg fari at heita á Tjóðveldi um at taka annað skinn um bak, taka seg saman og vísa ábyrgd fyri tí áliti, ið veljarin hevur givið flokkinum.

 

Allar avtalur, ið kommunan hevur gjørt, skula haldast, og má minsta treyt verða, at tað ið Tjóveldi ber fram fyri borgarinum er fakta.

 

 

 

Bergur Robert Dam Jensen

 

Býráðslimur fyri Javnaðarflokkin

 

í Tórshavnar Býráð

 

Kollafjørður mikudagin 22. apríl 2026