Málið um ferðaleiðaran, sum varð tikin við einum ferðalag í haganum oman fyri Funning, er nú avgreitt. Ferðaleiðarin, sum er úr Rumenia, játtaði seg sekan í at hava virkað sum ferðaleiðari uttan neyðugu arbeiðsloyvini. Hann segði seg ikki kenna strongu føroysku reglarnar.
Umframt bótina á 10.000 krónur verður hann útvístur úr Føroyum í tvey ár.
Málið er eitt av fleiri, har myndugleikarnir hava havt eyga við, um útlendingar arbeiða í Føroyum uttan galdandi arbeiðs- og uppihaldsloyvi. Løgreglan hevur áður gjørt vart við, at slík brot kunnu hava bæði fíggjarligar avleiðingar og føra til útvísing.











