U18 EM: Taptu við tveimum málum

Ein frægari seinni hálvleikur var ikki nóg mikið móti Norðurmakedonia

Mynd: Dusan Milenkovic

HSF skrivar: 

 

- Føroyar vóru leingi um at fáa glið á og runnu aftaná Norðurmakedonia allan dystin. Hóast spælið ikki var hart, so var dysturin merktur av nógvum útvísingum,16 í tali, og reyðum kortum, 4 í tali, og gjørdi hetta eisini at rútma ongantíð kom í dystin. Norðurmakedonia vann 34-32, eftir at teir vóru á odda 18-13 í hálvleikinum.

 

Føroyar fingu eins tveir teir undanfarnu dystirnar ein ringa byrjan uppá dystin. Støðan var 4-8 eftir 10 minuttir. Italsku dómararnir løgdu ein sera harða linju og góvu 4 útvísingar, tvær til hvørt liðið, longu fyrstu 7 minuttirnar. Ein av hesum var eitt reytt kort til Hugin Halgirson, ein døming, ið viðmerkjarar eru samdir um, var púra skeiv. Føroyska álopið kom spakuliga ígongd, men gekk spælið nógv innyvir miðjuna og pakkaðu norðurmakedonar væl saman um Boas á Skipagøtu, Jónas Fossabrúgv og Gabriel Árnason. Váðin í føroyska spælinum var eisini tíðum ov høgur, og vóru norðurmakedonar skjótir at revsa í hinum endanum. Norðurmakedonska leiðslan kundi væl verið hægri, men stóð Micah Wardum Ragnarsson væl í málinum og hevði 8 bjargingar í fyrra hálvleiki. Norðurmakedonar vóru á odda 18-13 í hálvleikinum.

 

Føroyar byrjaðu við 7 móti 6 í álopinumí seinna hálvleiki og gekk betri at koma til kjansir. Tað gekk serliga væl um miðjan hálvleik, har okkara hálaðu 7 mál inn og komu uppá javnt, 26-26, eftir 46 minuttir. Føroyar komu tó ongantíð framum. Nakrar villur næstu løtuna góvu norðurmakedonum aftur eina trý-máls leiðslu og megnaðu okkara ongantíð at vinna teir aftur. Norðurmakedonia vann 34-32.

 

Eftir dystin var Teitur Bogason kosin besti leikarin hjá Føroyum í dystinum. Teitur kom inn eftir reyða kortið hjá Hugini Halgirsyni, og stríddist hann væl í verjuni og gjørdi eisini 4 mál. Ósigurin merkir, at Føroyar skulu spæla um plássini 13 til 16 í kappingini. Seinastu dystirnir eru í morgin og sunnudagin. Skrivar HSF.

 

Dystargongdin: Føroyar – Norðurmakedonia:

 

5 min. 2-4

 

10 min. 4-8

 

15 min. 9-12

 

20 min. 11-13

 

25 min. 12-16

 

30 min. 13-18

 

35 min. 15-22

 

40 min. 18-24

 

45 min. 22-24

 

50 min. 24-26

 

55 min. 28-31

 

60 min. 32-34

 

Málskjúttar hjá Føroyum:

 

Boas Ellefsen á Skipagøtu 12 (7)

 

Jónas Fossabrúgv 4

 

Teitur Bogason 4

 

Gilli Reginsson 3

 

Brandur Debes Dánialsson 3

 

Gabriel Skeel Árnason 2

 

Axel Holm Simonsen 2

 

Teitur Poulsen Hellisdal 1

 

Hugin Halgirson 1

 

Málverjar:

 

Micah Wardum Ragnarsson, 60 min, 13 bjargingar, 30%

 

Mynd: Dusan Milenkovic