Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, heldur, at føroyska FAS-skipanin eggjar til at seta bíliga útlendska arbeiðsmegi í staðin fyri føroyskar og íslendskar sjómenn. (Mynd: Faroe Ship)

FAS eggj­ar til bíliga út­lendska arbeiðs­megi

Formaðurin í Fiskimannafelagnum, Jan Højgaard, heldur, at føroyska altjóða skipaskrásetingin, FAS, eggjar til at skifta føroyskar og íslendskar sjómenn út við bíliga útlendska arbeiðsmegi.

Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, heldur, at føroyska FAS-skipanin eggjar til at seta bíliga útlendska arbeiðsmegi í staðin fyri føroyskar og íslendskar sjómenn. (Mynd: Faroe Ship)

Tað sigur hann í samrøðu við Kringvarp Føroya í sambandi við verkfallið hjá íslendska Sjómannafelagnum.

Verkfallið rakar í løtuni trý farmaskip hjá Eimskip, nevniliga Brúarfoss, Dettifoss og Selfoss. Øll trý skipini eru skrásett í føroysku altjóða skipaskránni, FAS.

Sambært Jan Højgaard er trupulleikin, at FAS-skipanin framvegis loyvir reiðarum at nýta útlendskar sáttmálar og bíligari arbeiðsmegi.

– FAS-skipanin eggjar til, at føroyskir ella íslendskir sjómenn verða skiftir út við bíliga útlendska arbeiðsmegi, sigur hann við Kringvarpið.

Lógin um føroysku altjóða skipaskrásetingina varð sett í gildi í 1992. Upprunaliga vóru føroysk fakfeløg beinleiðis útilokað frá at gera lønarsáttmálar fyri sjómenn, sum ikki búðu í Føroyum.

Hóast lógin er broytt síðani, loyvir hon framvegis, at útlendskir sáttmálar verða nýttir á skipum í FAS.

Verkfallið hjá íslendska Sjómannafelagnum hevur til endamáls at forða fyri, at sjómenn við lægri lønar- og arbeiðstreytum verða settir í starv á skipunum.

Kelda: Kringvarp Føroya

 

Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, heldur, at føroyska FAS-skipanin eggjar til at seta bíliga útlendska arbeiðsmegi í staðin fyri føroyskar og íslendskar sjómenn. (Mynd: Faroe Ship)