Fleiri særd av snarljósi í svenskari stuttleikapark

Fleiri fólk vórðu særd, tá snarljós í morgun sló niður í stuttleikaparkini Tosselilla Sommarland í Suðursvøríki.

Tosselilla Sommarland hevði longu sett ávís tiltøk í verk orsakað av boðaða toruveðrinum. Myndin av snarljósi er ikki tikin í sambandi við hendingina sunnudagin. Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix.

Parkin liggur umleið 17 kilometrar norðan fyri Ystad í Tomelilla kommunu.

 

Trý vaksin vórðu flutt á sjúkrahús við sjúkrabili. Ein kvinna um 45 ára aldur er álvarsliga særd. Harumframt hava fimm børn og tvey vaksin sjálvi leitað sær á skaðastovu við lættari skaðum.

 

Sambært rakstrarleiðaranum Tommy Bauer sló snarljósið niður í eitt træ, har umleið tíggju fólk stóðu.

 

– Eg var bert stutt frá trænum, tá eg sá snarljósið sláa niður. Nøkur í bólkinum fingu træbrot á seg og vóru illa skelkað, sigur hann við TT.

 

Starvsfólk í parkini hjálptu teimum særddu inn á eitt skrivstovuøki, har teimum varð veitt fyrsta hjálp.

 

Tosselilla Sommarland skrivar á Facebook, at parkurin varð rakt av hørðum toruveðri, sum elvdi til fleiri persónsskaðar. Kortini varð parkin ikki stongd, tí toruveðrið rak framvið eftir umleið einum korteri.

 

Snarljósið sló niður stutt eftir, at parkurin hevði latið upp sunnudag fyrrapart.

 

 

 

Tosselilla Sommarland hevði longu sett ávís tiltøk í verk orsakað av boðaða toruveðrinum. Myndin av snarljósi er ikki tikin í sambandi við hendingina sunnudagin. Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix.