Aftur í dag eydnaðist tað EB/Streymi at vinna stig. Úrslitið ímóti B36 við Margáir var 2-2, og hetta var triðja ferðin á rað, at Sigfríður S. Clementsen og hansara menn vunnu úrtøku á heimavølli. Tvær tær undanfarnu ferðirnar vóru úrslitini 2-0 ímóti B68 og 1-1 ímóti Skála ÍF.
Í dag var stóri maðurin hjá EB/Streymi sentrali miðvallarin Gestur B. Dam. Í dag var hann sambært FaroeSoccer fyri 134. ferð á vøllinum í dysti í Meistaradeildini. Undan dagsins dysti við Margáir hevði hann skorað 14 mál, og hann hevði ikki verið málskjútti síðani 23. august í 2020. Tann dagin vann EB/Streymur 3-1 við Margáir ímóti AB, og tann dagin var Gestur B. Dam tvífaldur málskjútti. Tað var hann aftur í dag.
Í dag var Bartal Páll Klein fremsti maður hjá B36, og eftir lítlari løtu setti hann hol á og var málskjútti fyri triðju ferð í ár.
Tá ið fyrri hálvleikur var hálvrunnin, hevði Gestur B. Dam skorað tvær ferðir og harvið lagt heimaliðið framum 2-1. Í báðum førum átti Búi Egilsson uppleggið, og í báðum førum kendist B36 verjuspælið mitt fyri málinum ikki sannførandi.
EB/Streymur var frammanfyri 2-1, inntil miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá ið tað eydnaðist B36 at javna. Málskjútti var Ragnar Samuelsen, sum í dag var millum teir fyrstu ellivu á framrættaðum sentralum miðvallarplássi. Hetta var triðja ferðin í ár, at Ragnar Samuelsen var millum teir fyrstu ellivu, og hetta var aðru ferð í ár, at hann var málskjútti.
Hetta var fyrsta stigið hjá B36 síðani 4-4 javnleikin á útivølli ímóti B68. Síðani tá hevur B36 tapt 3-0 á útivølli ímóti NSÍ og 3-0 í grannauppgerðini ímóti HB.
B36 er á triðja plássi við 27 stigum, og EB/Streymur er á sjeynda plássi við 14 stigum.
Leygardagin fer EB/Streymur at spæla á útivølli ímóti AB, og tá fær B36 vitjan av Víkingi.











