Tór-Ingar koppaði KÍ í Klaksvík

07 Vestur sigurin ber við sær, at vágaliðið nú er omanfyri niðurflytingarstrikuna

Tað hevur ligið í luftini, at fyrsta tapið hjá KÍ í landskappingini ikki var so langt burtur, og tað hevur ligið í luftini, at tað fór at eydnast 07 Vestur at vinna, og í dag vann 07 Vestur 1-0 í góðveðrinum í Klaksvík. Serliga síðstu løtuna stóð nógv á, men tá var málverjin Sebastian Wille sannur brandur millum stólparnar

 

Mikukvøldið tapti KÍ seinnu hálvfinaluna í steypakappingini í Runavík, og tað var neyðugt við longdari leiktíð og brotssparkskapping, áðrenn tað var greitt, at KÍ hevði vunnið seg víðari í steypafinaluna.

 

Hóast 07 Vestur var botnlið, so vóru teir hjá Tór-Ingar Akselsen væl upplagdir í Klaksvík, har teir frá fyrsta bríksli bjóðaðu av og vóru avgjørdir.

 

Fyrri hálvleikur var málleysur. KÍ liðformaðurin Jákup B. Andreasen kom ikki á vøllin eftir steðgin. Hallur Hansson loysti av, og fyrstu løtuna royndi heimaliðið seg við hægri leikferð, og onkrir møguleikar spurdust burturúr.

 

Men einki mál spurdist burturúr. 07 Vestur var væl skipað í verjuni, og tað var broddur í skjótálopunum. Og tá ið seinni hálvleikur var 20 minuttir gamal, eydnaðist tað at fáa bóltin í KÍ málið. Málskjútti var Casper Gedsted Hansen, sum royndi seg av brotsteigarmarkinum, og bólturin fór dygst inn við stólparótini.

 

KÍ royndi, men tað var ikki nóg nógv orka og broddur í, og inntil tað restaðu 10 minuttir, bjóðaði 07 Vestur av álvara av. So var dagsskráin hjá gestunum at verja, meðan KÍ trýsti. Næst við at fáa mál vóru klaksvíkingar, tá ið Árni Frederiksberg úr góðari støðu sendi bóltin í stólpan, og so bjargaði málverjin Sebastian Wille fleiri ferðir framúr væl.

 

1-0 sigurin ber við sær, at 07 Vestur nú hevur 13 stig og er á áttanda plássi.

 

Undir strikuni eru B68 og Skála ÍF við ávikavíst 12 og 11 stigum. Í annaðkvøld fer B68 á heimavølli at spæla ímóti AB, og Skála ÍF fer í Gundadal at spæla ímóti HB.

 

Fyrsta KÍ tapið í landskappingini í ár ber við sær, at NSÍ við úrtøku á útivølli ímóti Víkingi í morgin hevur møguleika at styrkja um sína støðu sum topplið.