Fleiri fólk vórðu tikin sum gíslar í einum bankarán í Vesturtýsklandi fríggjadagin.
Tað boðar lokala løgreglan frá, sambært tíðindastovuni Reuters.
– Í løtuni verður hildið, at fleiri gerningsmenn og gíslar eru inni í bankanum, sigur løgreglan í eini fráboðan, og leggur afturat, at støðan í løtuni er "støðug".
Har stendur eisini, at umfatandi virksemi er sett í verk og eitt stórt øki er avbyrgt.
Tað er ikki greitt, júst hvussu nógvir gerningsmenn og gíslar eru inni í bankanum.
Hendingin fór fram í býnum Sinzig, sum liggur í statinum Rheinland-Pfalz.
Løgreglan sigur, at eingin vandi er fyri almenninginum uttan fyri avbyrgda økið. Ávaringin varð givin umleið klokkan 9:00 a.m.
/Ritzau/










