23. apríl skrivaðu vit um málið, tí tað sá út til at vera ein álvarsligur kynkur í samstarvinum, serliga millum Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum. Tá frættist, at Tjóðveldi hevði havt følarar út fyri at fáa fáa Fólkaflokkin upp í samgonguna og fáa Javnaðarflokkin úr samgonguni.
Sambært keldum hjá in.fo hevði Fólkaflokkurin fingið ein fyrispurning frá Tjóðveldi um at koma uppí, men tók ikki av. Eingin vil tó vátta tað – uttan tað, at fyrst valdi býráðslimurin hjá Fólkaflokkinum, Høgni Vilhelmsen, bara segði, at hann hevði »ongar viðmerkingar til málið«, sum vanliga merkir, at »okkurt er um snakkið«.
Lesið eisini: Tað ridlar undir býráðssamgonguni í Havn
Í dag hevur býráðslimurin hjá Javnaðarflokkinum, Bergur Robert Dam Jensen, eina breiðsíðu til Tjóðveldi og borgarstjóran.
Lesið greinina hjá Bergi Robert Dam Jensen her: Sig tað nóg ofta og tú trýrt
Um borgarstjóran sigur hann millum annað:
»Sig tað nóg ofta og tú trýrt. Soleiðis kann eisini skapast ein sannleiki. At siga nakað, ið ikki er satt nóg ofta, inntil onkur trýr tí. Tað sær út til at eydnast væl hjá borgarstjóranum í Tórshavnar kommunu við góðari hjálp frá okkara almenna tíðindastovni Kringvarp Føroya«.
Hann sipar til málið um útboðið av at breiðka ein vegastubba í Kaldbak, har hann kennir seg av órøttum at verða lagdur undir at hava tikið av einum ov høgum tilboð.
Hann skrivar víðari:
»Tað er ein fyrisitingarstjóri og ein leiðari, ið hava undirskrivað sáttmálan við arbeiðstakaran. Tí er tað ein fyrisitingarfeilur um talan er um, at undirskrivað er ov skjótt.
Ovasti fyrisitingarleiðari er borgarstjórin sjálvur.
Niðurstøðan hevur verið at finna onkran annan at flyta ábyrgdina yvir á.
Tekniska nevnd hevur tikið rættar avgerðir í málinum útfrá teimum upplýsingum, ið er givið okkum.«










