FM finalan verður millum Havnina og Klaksvík

10-mannafør: Í dag vann Havnarbáturin við næstan á einari bátslongd á Klaksvíkingi og tað ber við sær, at tað er púra javnt í FM kappingini

Tað er lagt upp til rimmarfinalu, tá ið 10-mannaførini fara at kappast á ólavsøku.

 

Ongantíð áður hava Havnarbáturin og Klaksvíkingur verið í finalu um FM heitið, men soleiðis verður tað annan mánadag.

 

Tað er greitt eftir kappingina í heilt góðum róðrarlíkindum á vestanstevnu í Sørvági.

 

Undan ólavsøku hava bæði Havnarbáturin og Klaksvíkingur 39 stig.

 

Í dag fekk Havnarbáturin besta startin, og tað var skjótt, at Havnarbáturin var ein skut undan Klaksvíkingi, meðan Norðingur skjótt smokkaði burtur ímillum, og Norðingur endaði nógv aftastur.

 

Havnarbáturin stýrdi alla tíðina kappingini. Munurin var eina løtu eina hálva bátslongd. Teir á Klaksvíkingi fóru fyrr undir endaspurtin enn kappingarneytarnir. Tað hevði við sær, at munurin minkaði niður í ein skut ella minni enn tað, men so svaraði Havnarbáturin aftur við fínum endaspurti, og tá ið teir fóru um málið, var munurin tað mesta av einari bátslongd.

 

1 Havnarbáturin (HR)04:29.20+00.007 
2 Klaksvíkingur (KRF)04:31.25+02.056 
3 Norðingur (NHR)04:36.33+07.135
1 Havnarbáturin (HR)639 
2 Klaksvíkingur (KRF)639 
3 Norðingur (NHR)630

 

https://rsfurslit.fo/

 

Manningin á Havnarbátinum

 

Toftan - Bakborð

 

Kristian Linklett Mortansson

 

Toftan - Stýriborð

 

Mattias Durhuus

 

Bógrúm - Bakborð

 

Sámal Debes Joensen

 

Bógrúm - Stýriborð

 

Eli Magnason Nielsen

 

Rúmið (fremri) - Stýriborð

 

Boas Hofgaard Heinesen

 

Rúmið (fremri) - Bakborð

 

Rasmus Jónsson

 

Rúmið - Bakborð

 

Mikkjal Andriasarson Jacobsen

 

Rúmið - Stýriborð

 

Hallur Nattestad

 

Lærið - Bakborð

 

Sølvi Smith

 

Lærið - Stýriborð

 

Hans Petur Brekkstein

 

Róðursmaður/-kvinna

 

Linda Guttesen