Tíðindaskriv:
Symfoniorkestrið framførir søguna um Poetikus og havfrúnna við tónleiki, myndum og frásøgn. Søgan er egnað til allar aldursbólkar yvir fýra ár.
Beinta Ingeborg Greve hevur leiklutin sum syngjandi havfrúgvin og Jón Festirstein hevur leiklutin sum Poetikus. Á konsertini verður eisini annar tónleikur - tónleikur, sum tit áður hava hoyrt og kenna væl.
Føroya Symfoniorkestur gleðir seg at spæla hugnaligar og stuttligar konsertir fyri teimum yngstu og teimum eldru.
Almenna konsertin verður í Norðurlandahúsinum leygardagin 11. apríl kl. 15.00. Vikuna eftir koma børn úr øllum Føroyum til afturvendandi barnakonsertirnar hjá orkestrinum.
Dirigentur: Catherine Larsen-Maguire
Solistur: Beinta Ingeborg Greve
Frásøgufólk: Jákup Dahl
Komponistar: Páll Sólstein og Andras Olsen
Søga/tekningar: Edward Fuglø
##med2##











