Hvat varð av føgru lyftunum hjá borgarstjóranum og serliga Tjóðveldi, um ikki at gera seg inn á náttúruøki í Kommununi?
Vakra og fríða náttúruøkið við Rossagøtuna hevur mong í ár verið eitt fantastiskt stað har reið- og gongufólk í friðsælu hava virkað í sátt og semju. Ikki minst hava yngru og minni royndu reiðfólkini havt stóra gleði av hesum øki. Vit eru mong sum øttast at hetta nú fær ein bráðan enda.
Vit skilja als ikki, at borgarstjórin og býráðsmeirilutin vilja tvíhalda um eina súkklubreyt við Vesturvarða og Rossagøtuna. Borgarstjórin og býráðsmeirlutin í Tórshavnar Býráð virðir við hesi ætlan ikki rossafólk, Yvirfriðingarnevnd og mong onnur í Tórshavnar kommunu, sum ynskja aðra loysn til gagn fyri gongufólk, reiðfólk og súkkluíðkarar.
Rossafólk í Havnardali hava í fleiri førum átala ætlanini, har tey eitt vísa til at súkklur og ross ikki passa saman. Tey óttast, at ross, serliga við børnum og ungum á rossabaki kunnu gerast óttafull av súkklunum. Fleiri dømi eru um óhepnar støður, har fólk eru komin til skaða.
Yvirfriðingarnevndin hevur somuleiðis frámælt staðsetingini, og mælir til at súkklubreytin verður staðsett við vindmyllurnar í Flatnahaga.
Vit í Fólkaflokkinum vilja tí staðiliga heita á borgarstjóran og býráðsmeirilutan at broyta ætlanirnar soleiðis, at Tórshavnar Býráð virðir avgerðina hjá Yvirfriðingarnevndini og óttan hjá okkara rossafólki.
Vit ynskja at súkkluíðkarar hava góðar umstøður bæði til komandi Oyggjaleikirnar, og eftir Oyggjaleikirnar. Men virði søguligu rættingini hjá reiðfólkunum og flytið heldur súkklubreytina til annað stað, eitt nú Flatnahaga, har vindmyllurnar standa, og inntrivið í náttúruni longu er gjørt.
Vegna Fólkaflokkin í Tórshavnar Býráð
Birgir Nielsen, býráðslimur
Høgni Vilhelmsen, býráðslimur










