Tað liggur eitt uppskot um VEÐURLAGSLÓG í Løgtinginum, har Føroyar skulu binda seg til netto-null útlát í 2050. Við øðrum orðum skal CO2 nú diktera gerandisdagin hjá føroyingum.
Tey eru naiv sum halda at hetta er ein gagnligur málsetningur, tí slík tiltøk fara at spreingja elprísirnar upp í luftina og harvið beinleiðis gera skaða á kappingarføri, arbeiðspláss og húsarhaldini í Føroyum.
Fleiri siga at vit ikki kunnu avmarka ISLAM í Føroyum orsaka av grundlógini. Tað er naivt at halda, at islamistar nakrantíð fara at virða okkara grundlóg og harundir trúarfrælsi. Hygg bara til grannalondini…
Naiviteturin er fullkomin, tá politikkarar ongar avleiðingar síggja av fríari FOSTURTØKU og undirstrika at hetta er ein partur av framgongdini (progressivitetinum) í okkara samfelag.
Heimssøgan vísir rættiliga greitt, hvussu tað gekk hjá teimum samfeløgum, sum ofraðu síni børn fyri meiri grøði (karrieru og líknandi).
Lati okkum heldur brúka VIT OG SKIL við at seta okkum sum mál at orkuprísirnir fyrst og fremst eru kappingarførir. At verja føroysku virðini og tey frælsi vit hava framum islam. Og at tryggja øllum føroyingum tað sum tú og eg hava fingið – rættin til lív!
Steffan Klein Poulsen,
Løgtingsmaður fyri Miðflokkin











