VIDEO: Sigur í fyrsta kappingardystinum hjá Áka fyri Mjällby

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Mjällby AIF-Kalmar FF 2-0 (1-0)

Mynd: Mjällby AIF

Fyrr í dag spældi Áki D. Samuelsen fyrsta kappingardystin fyri svenska meistaraliðið, Mjällby AIF.

 

Áki fekk ein stóran hálvan tíma á vøllinum, tá Mjällby í heimadysti í bólki 1 í innleiðandi bólkaspælinum í svensku steypakappingini vann 2-0 á Kalmar FF.

 

Elliot Stroud í 17. minutti og Jacob Bergström í 74. minutti syrgdu fyri málunum hjá Mjällby.

 

Komandi fríggjakvøld klokkan 18 spælir Mjällby dyst á útivølli móti Örgryte.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá 2-0 sigrinum hjá Mjällby:

 

##med2##

 

 

 

Mynd: Mjällby AIF