Komandi kappingarár fara Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin aftur at kappast í Champions League.
Füchse Berlin fekk ein flottan enda á kappingarárið, tá teir í "finaluni" um annað plássið í bundesliguni vunnu á Flensburg-Handewitt.
Í Max Schmelling høllini vann Füchse í dag 43-28 á Flensburg. Í steðginum vóru berlinarnir á odda 22-20.
Hákun skoraði eitt mál upp á tveir málmøguleikar. Mathias Gidsel var ikki til at steðga í dag. Hann skoraði heili 18 mál fyri Füchse Berlin, umframt at leggja upp til fimm mál.
Füchse Berlin endaði næstfremst í deildini við 55 stigum. Magdeburg vann deildina við 62 stigum.
Komandi leygardag klokkan 14 spælir Füchse Berlin hálvfinalu í FINAL FOUR í Champions League í Lanxess Arena í Köln. Mótstøðuliðið verður Magdeburg.
Hinvegin fer liðið hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel ikki at kappast í EHF European League komandi kappingarár.
Tað hevur haltað illa hjá Kiel uttan ein skaddan Elias undanfarnu mánaðarnar, og teir endaðu kappingarárið á einum sætta plássi.
Í dag spældi Kiel "finalu" um fimta plássið móti Lemgo í Wonderino høllini í Kiel. Lemgo vann dystin 34-31 (16-15), og tók harvið fimta plássið frá Kiel. Bæði Lemgo og Kiel endaðu á 42 stigum, men Lemgo hevur betri málmun.
Tað verður sostatt Lemgo, ið fer at kappast í EHF European League komandi kappingarár. Hini bæði týsku liðini í kappingini verða Flensburg-Handewitt og Gummersbach.
Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Hannover Burgdorf endaðu kappingarárið við javnleiki 32-32 (16-15) móti Melsungen í ZAG Arena í Hannover.
Hannover endaði á ellinta plássinum við 29 stigum.











