Fýra virðismikil renessansuverk stolin úr savni á Sisilia

Fýra listaverk eftir italska renessansumálaran Antonello da Messina eru stolin úr Museo Regionale di Messina á Sisilia

Italska mentamálaráðið upplýsir, at talan er um verk av serstakliga stórum virði.

 

Stuldurin fór fram leygarkvøldið í Messina, sum er heimstaður hjá Antonello da Messina. Tjóvarnir skulu hava megnað at komið framvið trygdarskipanini á savninumk.

 

Trý av stolnu verkunum eru plátur úr Polittico di San Gregorio, einum altartalvumálningi frá 1473. Hetta var einasta varðveitta verkið eftir Antonello da Messina, sum ongantíð hevði verið flutt úr heimbygd hansara.

 

Fjórða verkið er ein lítil, tvísíðaður málningur. Á aðrari síðuni sæst Maria moy við Jesusbarninum og einum fransiskanaramunki, og á hinari síðuni sæst Kristus. Verkið varð keypt av Sisilia á uppboði hjá Christie’s í 2003.

 

Borgarstjórin í Messina, Federico Basile, fordømir stuldurin. Hann sigur hendingina vera serliga pínufulla, tí hon fór fram samstundis sum siðbundna hátíðarhaldið í býnum til heiðurs fyri Mariu moy.

 

Stuldurin kemur bert um eitt hálvt ár eftir, at italski staturin keypti málningin Ecce Homo eftir Antonello da Messina fyri umleið 15 milliónir dollarar.

 

Antonello da Messina varð føddur umleið 1430 og verður roknaður millum týðandi málararnar í italsku renessansuni. Bert umleið 40 verk eftir hann eru varðveitt.

 

Italska løgreglan kannar nú málið.