– Vit vóru so hepnir at sleppa at royna tað í fjør, tá tað tíverri ikki eydnaðist okkum, so eg haldi, at vit hava okkurt at prógva nú, segði Hákun West av Teigum við Kringvarpið.
Füchse Berlin vann í gjár sannførandi 40-35 á Magdeburg í hálvfinaluni. Hákun skoraði fimm mál upp á fimm skotroyndir.
Í finaluni bíðar Barcelona, sum hevur danska landsliðsmálverjan Emil Nielsen á liðnum.
Hákun sigur við Kringvarpið, at liðini ikki hava spælt nógv móti hvørjum øðrum seinastu árini, og tí kann talan verða um ein dyst, har bæði lið fyrst skulu finna út av, hvussu mótstøðuliðið spælir.
Føroyingurin hevur longu vunnið bæði týska meistaraheitið og steypakappingina við Füchse Berlin. Nú manglar bert Champions League-heitið.
– Tað hevði verið ótrúliga stuttligt. Tú veitst ongantíð, hvussu nógvar kjansir tú fært at spæla Final Four, tí tað er so torført at koma hagar, segði Hákun West av teigum við Kringvarpið.
Finalan verður spæld klokkan 16:30 og DR vísir dystin.
##med2##












