Handtikin fyri at smugla hassj innvortis

Ein maður var í gjárkvøldið tikin á flogvøllinum, tí hann smuglaði hassj innvortis

Aftur í gjár var ein persónur tikin fyri at smugla hassj innvortis. Hetta var í gjárkvøldið um 22 tíðina á flogvøllinum í Vágum. Tað er ikki longri síðani enn sunnudagin, at eitt ungt par úr Danmark, 18 og 20 ára gomul, vórðu tikin fyri at smugla hassj innvortis. Tað gera tey við at svølgja til dømis eina hýt við rúsevninum í fyri síðani at fáa tað útaftur, tá tey nátúrliga skulu á wc.

Í gjárkvøldið var tað aftur ein dani. Vaktleiðarin á politistøðini vil einki siga um aldur ella um nøgd, tí tað kann ávirka kanningararbeiðið. Onkur skuldi taka ímóti, sigur vaktleiðarin, sum tó sigur, at talan er um størri nøgdir enn tað, sum verður roknað til egna nýtlsu. Tað markið er 80 gramm.

Maðurin var skannaður á Landssjúkrahúsinum, har tað var staðfest, at hann hevði rúsevnini innvortis.

Maðurin er enn í varðhaldi hjá løgregluni, og støða er ikki tikin til, sum hann verður framsettur í grundlógaravhoyring ella um talan verður um ein straksdóm, tað er tá dómur verður feldur alt fyri eitt.