Hetta var ein bummtúrur norðanfyri hjá suðuroyingum

1. DEILD: Bæði FC Suðuroy og TB taptu norðanfyri, har mótstøðuliðini vóru næstbestu liðini hjá ávikavíst HB og NSÍ

Veðrið er gott at sigla norður og suður úr Suðuroy man sjáldan vera so lagaligt og slætt, sum tað var í gjár.

 

Bæði FC Suðuroy og TB vóru norðanfyri og spældu landskappingardyst, og bæði liðini fóru krøktir suðuraftur.

 

Púra óvæntað var tað, at FC Suðuroy tapti 2-0 í Gundadali ímóti teimum næstbestu hjá HB.

 

Tá ið fyrsti triðingur av kappingini var liðugur, hevði FC Suðuroy ikki tapt. Síðani hevur gingið av skriðuni, og í gjár tapti FC Suðuroy fjórða dystin á rað. Næsta vikuskifti verður tað grannauppgerð á Vágseiði, tá ið TB verður jóansøkugestur í Vági.

 

Í gjár var TB í Runavík, og har vann NSÍ stevnudystin 2-1, eftir at TB í hálvleikinum var frammanfyri við málinum, sum Mortan Hansen skoraði tíggju minuttir undan steðginum.

 

Eftir steðgin var Josva Signarsson tvífaldur málskjútti. Tíggju minuttir eftir steðgin javnaði hann til 1-1, og sjey minuttir undan leikloki skoraði hann sigursmálið. 18 ára gamli Josva Signarsson hevur higartil í ár skorað fýra mál í næstbestu deildini. Stevnusigurin ber við sær, at NSÍ nú er á fjórða plássi við 18 stigum.

 

Hjá HB var tað Silas Joensen, sum í fyrra hálvleiki var tvífaldur málskjútti. HB er á áttanda plássi við 13 stigum. Tað eru trý stig aftur til FC Hoyvík, sum er á níggjunda plássi.

 

Í gjár vann FC Hoyvík 4-0 á heimavølli ímóti EB/Streymi, sum er botnlið við 7 stigum. Hetta var aðru ferð í ár, at FC Hoyvík vann á heimavølli ímóti EB/Streymi. Í 9. umfari endaði tað 4-1.

 

Emmanuel Andorful, sum fýra tey undanfarnu árini spældi við FC Suðuroy, var málskjútti í fyrra hálvleiki. Eftir steðgin skoraði innskifti Ingolf Aron Tvørfoss tvær ferðir og innskifti Andras Nolsøe einaferð. Hjá EB/Streymi varð brekkan uppaftur brattari tveir minuttir undan steðginum, tá ið Thomas Bjørn Miezan sá gula kortið fyri aðru ferð.

 

B71131012371331
Víkingur13832292027
FC Suðuroy13814392125
NSÍ13535202018
ÍF13454262917
B3613526242917
TB13425192315
HB13345131513
FC Hoyvík13319264610
EB/Streymur13211039347