Tað sigur iranski høvuðssamráðingarmaðurin, Mohammad Bagher Ghalibaf, eftir eitt ísraelskt álop á sunnara útjaðaran av libanesiska høvuðsstaðnum Beirut í dag.
Sambært libanesisku bjargingartænastuni lótu minst trý fólk lív í álopinum. Ísraelski herurin sigur, at málið var Hizbollah-rørslan, sum er stuðlað av Iran.
– Zionistiska álopið á Dahieh vísir enn einaferð, at USA antin manglar viljan at halda sínar skyldur ella manglar førleikan at gera tað, skrivar Ghalibaf á sosiala miðlinum X.
– Um tit hvørki hava viljan ella førleikan at halda tykkara skyldur, gevur tað onga meining at tosa um at halda fram á hesum vegi, leggur hann aftrat.
Útmeldingin kemur sama dag, sum Reuters skrivaði, at samráðingarfólk úr Katar vóru komin til Teheran í royndini at fáa eina rammuavtalu millum Iran og USA upp á pláss.
Partarnir hava seinastu vikurnar samráðst um eitt politiskt memorandum, sum skal leggja lunnar undir eina meira ítøkiliga friðaravtalu.
Men sambært iransku tíðindastovuni Fars hevur Iran enn ikki tikið endaliga støðu til uppskotið. Bæði politiskir, løgfrøðiligir og tøkniligir spurningar verða framvegis viðgjørdir.
Í gjár skrivaði amerikanski forsetin, Donald Trump, á Truth Social, at ein avtala var ætlað at verða undirskrivað í dag.
Tað stóð tó í andsøgn til eina fráboðan frá iranska uttanríkisráðnum, sum segði, at eingin avtala fór at verða undirskrivað um vikuskiftið.
Kríggið millum Iran og USA byrjaði eftir amerikansk og ísraelsk álop á Iran 28. februar. Síðani hevur ófriðurin vart í meira enn tríggjar mánaðir og eisini elvt til harðari samanbrestir millum Ísrael og Hizbollah í Libanon.
Túsundatals fólk hava latið lív, serliga í Iran og Libanon, meðan altjóða orkuprísirnir eru hækkaðir munandi.











