HM: Messi hevði bara rósur at bera Kap Verde

Lionel Messi vísti stóra virðing fyri landsliðnum frá lítla oyggjalandinum

Mynd: Ritzau Scanpix

Landsliðið hjá lítla oyggjalandinum, Kap Verde (Grønhøvdoyggjar) fall í HM-sekstandapartsfinaluni við stórari æru móti Argentina, har teir aftaná longda leiktíð máttu lúta 2-3 fyri verandi heimsmeistarunum.

 

Stórleikarin hjá Argentina, Lionel Messi vísti stórsinni aftaná spennandi og minniliga dystin.

 

Óføri málverjin hjá Kap Verde, Vozinha fortaldi altjóða miðlum, at aftaná dystin fekk hann eitt klemm frá Messi, ið staðfesti, at Vozinha og liðfelagarnir skuldu vera ernir av avrikinum hjá Kap Verde: - At hoyra slík orð frá heimsins besta fótbóltsleikara hevur stóran týdning fyri meg. Eg segði við hann: "Takk Leo. Tú ert tann besti av øllum". Eg spurdi hann um vit kundu býta um troyggjur. Tað vildi hann gjarna, men hann vildi hava, at vit bíðaðu til vit vóru komnir inn í leikaratunnilin. Greiðir Vozinha frá. 

 

40 ára gamli, Vozinha, ið hevur spælt 92 landsdystir fyri Kap Verde hevur í løtuni ikki sáttmála við nakað felag. Men aftaná avrikini í HM-endaspælinum er einki at taka seg aftur í, at hann fer at fáa ein sáttmála fyrsta dagin. 

 

 

 

Mynd: Ritzau Scanpix