HM: Svøríki og Turkaland vunnu seg til HM

Tvey norðurlond fara at kappast í HM-endaspælinum

Mynd: Ritzau Scanpix

Fýra HM Play Off finalur vóru kring Evropa í kvøld.

 

Frammanfyri einum fullsettum Strawberry Arena leikvølli í Solna uttanfyri Stokkhólm eydnaðist Svøríki at vinna 3-2 á Póllandi. Stóra hetjan gjørdist Viktor Gyokeres, ið skoraði sigursmálið stutt undan dystarloki. Viktor Gyokeres skoraði farna hóskvøld reint hattrick móti Ukraina.

 

Svøríki vann seg til HM Play Off dystirnar gjøgnum Nations League. Teir høvdu eina ræðuliga HM-undankapping, men góða avrikið í Nations League bjargaði teimum. 

 

Turkaland vann 1-0 á Kosovo, og Bosnia Hersogovina sigraði á Italia aftaná longda leiktíð og brotssparkskapping, og Kekkia sigraði á Danmark, somuleiðis aftaná longda leiktíð og brotssparkskapping. 

 

HER eru úrslitini og málskjúttarnir:

 

Kosovo-Turkaland 0-1 (0-0)

0-1 Muhammed Kerem Akturkoglu ('53 )


Svøríki-Pólland 3-2 (2-1)

1-0 Anthony Elanga ('19 )

1-1 Nicola Zalewski ('33 )

2-1 Gustaf Lagerbielke ('44 )

2-2 Karol Swiderski ('55 )

3-2 Viktor Gyokeres ('88 )

 

Bosnia Hersogovina-Italia 1-1 (0-1) - Bosnia vann brotssparkskappingina 4-1.

0-1 Moise Kean ('15 )

1-1 Haris Tabakovic ('79 )

 

Kekkia-Danmark 2-2 (1-1 - 1-0) - Kekkia vann brotssparkskappingina 3-1.

1-0 Pavel Sulc ('3 )

1-1 Joachim Andersen ('72 )

2-1 Ladislav Krejci ('100 )

2-2 Kasper Hogh ('111 )

 

Mynd: Ritzau Scanpix