Italia sleppur ikki í HM triðju ferð á rað eftir brots­sparks­kapping

Italia misti HM møguliekan, eftir at hava tapt playoff dyst móti Bosnia-Hersegovina í brotssparkskapping.

Italia slapp aftur at luttaka í HM. - Mynd: Matteo Ciambelli

Italia er ein av heimsins størstu fótbóltstjóðum, men í summar verður HM fyri triðju ferð á rað uttan Italia.

Tað sæst greitt eftir playoff dystin í dag, sum Italia tapti á útivølli eftir brotssparkskapping móti Bosnia-Hersegovina.

Úr brotsteigarmarkinum brendi Italia tvær ferðir – Francesco Pio Esposito og Bryan Cristante, og tá bosniar skoraðu á fýra av fýra, varð avgjørt.

Italia, sum fýra ferðir hevur vunnið HM, fekk annars hjálp til at fáa eina dreymabyrjan eftir 15 minuttum.

Bosniski málverjin, Nikola Vasilj, sparkaði bóltin út til ein italiumann, og Nicolo Barella servaði fyri Moise Kean, sum sparkaði bóltin vakurt úr góðum 20 metrum.

Italia hevði heldur ikki nógv í fyrra hálvleiki. Bosnia-Hersegovina høvdu harafturímóti fleiri góðar møguleikar at javna. Serliga Ermedin Demirovic var íðin og kom nærmast við einum skallara.

Fáar minuttir fyri steðgin hevði heimaliðið betri umstøður, tá italienski Alessandro Bastoni fekk reytt kort. Amar Memic hevði meina leið móti einum fríleypara, tá Bastoni tveitti seg niður og steðgaði honum óregluliga.

Við einum manni í yvirtali trýsti Bosnia og Hersegovina, fyri at fáa útjavnandi mál, men tað eydnaðist Italia at verja leiðsluna leingi.

Í 79. minutti gekk tað ikki longur. Millum vinir og fíggindar endaði bólturin framman fyri kassan hjá Haris Tabakovic, sum javnaði til 1-1.

Tá skuldi eykatíð spælast, men eisini her var eingin vinnari funnin.

Síðani skuldi brotsspark takast, og tá Italia oyðslaði tvey av sínum trimum fyrstu spørkum, megnaði Bosnia-Hersegovina at avgera úrslitið við einum fjórða máli av blettinum.

Hetta er aðru ferð, at Bosnia-Hersegovina spælir seg víðari til HM. Fyrstu ferð var í 2014, tá teir vórðu útsliginir eftir bólkaspælið. Í summar bíða Kanada, Sveis og Katar í bólki B.

Turkaland er klárt til HM fyri fyrstu ferð síðani 2002, tá teir enntá vunnu bronsu.

Tað gjørdist ein sannroynd við 1-0 playoff sigrinum týsdagin á útivølli móti Kosovo, sum fekk møguleikan at spæla seg víðari til HM fyri fyrstu ferð nakrantíð.

Kerem Aktürkoglu skoraði vinnandi málið eftir 52 minuttir.

Til HM verður Turkaland í bólki saman við vertstjóðunum USA, Avstralia og Paraguei.

 

/Ritzau/

 

Italia slapp aftur at luttaka í HM. - Mynd: Matteo Ciambelli