Rói Ellefsen á Skipagøtu hevur leikt sín seinasta dyst í svenskum hondbólti á hesum sinni. Og talan gjørdist um ein góðan enda.
Liðið hjá Róa, Hallby vann eisini triðja upp- og niðurflytingardystin móti Kroppskultur.
Í kvøld vann Hallby á heimavølli í Jönköpings Idrottshus 36-31. Kroppskultur beit tó væl frá sær í fyrra hálvleiki, og í steðginum var støðan javnleikur 15-15.
Í sínum seinasta dysti fyri Hallby skoraði Rói trý mál og legði upp til heili sjey mál (assist).
Komandi kappingarár fer Rói at spæla við Aarhus, ið endaði triðfremst í næstbestu donsku hondbóltsdeildini. Aarhus skal spæla tveir upp- og niðurflytingardystir móti Kolding um rættin at spæla í bestu donsku hondbóltsdeildini komandi kappingarár.
##med2##












