Ísrael slítur alt samband við ST-aðalskrivaran

Ísrael slítur nú alt samband við ST-aðalskrivaran António Guterres.

Ísrael hevur nú slitið alt samband við ST-aðalskrivaran António Guterres eftir ósemju um eina svarta lista hjá ST. (Arkivfoto)

Tað sigur ísraelski ST-sendiharrin, Danny Danon, í einum sjónbandi á sosiala miðlinum X.

– Vit eru liðug við hendan aðalskrivaran, sigur Danon.

Útmeldingin kemur, eftir at Ísrael fyrr í dag varð sett á eina svarta lista hjá ST fyri skuldsetingar um nýtslu av kynsligum harðskapi í krígsøki.

Danny Danon sigur við Jerusalem Post, at tað er ein “moralsk skomm”, at Ísrael nú er á sama svartalista sum Hamas.

ST hevur enn ikki svarað alment upp á útmeldingina frá Ísrael.

 

Ísrael hevur nú slitið alt samband við ST-aðalskrivaran António Guterres eftir ósemju um eina svarta lista hjá ST. (Arkivfoto)