So bragdaði loksins hjá Jóannesi Bjartalíð og liðfeløgunum í FC Kyzylzhar í bestu kasakisku fótbóltsdeildini.
Aftaná bert eitt stig í teimum undanfarnu seks dystunum í bestu kasakisku fótbóltsdeildini eydnaðist tað í dag hjá FC Kyzylzhar at fáa ein sigur til høldar.
Jóannes var á vøllinum í 58 minuttir, tá FC Kyzylzhar á heimavølli vann 3-2 á Zhetysu.
Tá Jóannes fór av vøllinum var støðan 1-0 til heimaliðið. Etienne Beugre legði Kyzylzhar á odda í 27. minutti. Í 71. minutti økti Damjan Krajišnik til 2-0, og nú mundu heimaáskoðararnir kenna seg sigursvísar. Men stutt undan vanliga leiktíðin var farin skoraði útiliðið tvær ferðir, og so var støðan javnleikur 2-2. Men í tíðini dómarin hevði lagt aftrat gjørdist Etienne Beugre stóra hetjan og sigursmálskjúttin hjá Kyzylzhar, ið loksins kundi fegnast um ein sigur og trý stig.
Kyzylzhar er nummar níggju í deildini við 15 stigum. Átta stig eru upp til Okzhetpes, ið er á triðja plássinum, ið gevur atgongd til Conference League undankappingina.
Jóannes fer nú at ferðast langa leið fyri saman við landsliðsliðfeløgunum at spæla dystir í Baltic Cup.











