Leipzig: - Tað var ein spreingiroynd

Týsku myndugleikarnir siga, at dronan, sum bar spreingievni, varð funnin nærindis fýra ukrainskum flutningsflogførum, sum stóðu á flogvøllinum

 

Týska ákæruvaldið heldur, at prógv eru fyri, at ætlanin við dronuni á flogvøllinum í Leipzig var at útloysa eina spreinging.

 

Tað var týskvøldið, at funnið varð fram til eina dronu á flogvøllinum, og dronan bar spreingievni.

 

Týsku myndugleikarnir siga, at dronan varð funnin nærindis fýra ukrainskum flutningsflogførum.

 

Kanningar hjá týskum myndugleikum benda á, at ætlanin hevur verið at fremja eina spreinging á flogvøllinum.

 

Týsku myndugleikarnir kanna nú tilburðin sum eina pofessionella hybrid-hóttan móti undirstøðukervi landsins.

 

Men, hetta er ikki einasta hending, sum hevur rakt flogvøllin í Leipzig hesa vikuna.

 

Seint týskvøldið noyddist eitt farmaflogfar hjá DHL at avbróta eina lending á flogvøllinum, veit ávísin Bild at siga.

 

Tá flogfarið var á leiðini einar seks kiilometrar frá flogvøllinum varð tað rakt av onkrum ókendum luti, leggur ávísin aftrat.

 

##med2##

 

 

 

 

 

 

 

Dronan við spreingievni varð funnin nærindis fýra ukrainskum flutningsflogførum