– Tá politiska skipanin vísir sína ringastu síðu.
Soleiðis skrivar Bjarni Kárason Petersen á Facebook. Og hann heldur fram:
– Í dag valdi Aksel V. Johannesen, løgmaður, at bróta samgongusamstarvið og føra Framsókn aftur um ljósið, fyri at bjarga sær sjálvum, suðuroyartunnilin og tekkjast fakfeløgunum, sum siga seg eiga Javnaðarflokkin og Tjóðveldi.
– Løgtingið endaði við at samtykkja eitt uppskot um suðuroyartunnil, sum skal enda við at vit koma at brúka fleiri milliardir uppá eina í besta føri ivasama verkætlan, og lat uppskotið, sum skuldi tryggja, at vit enn fara at hava eitt vælferðarsamfelag, tá ið okkara børn gerast vaksin, liggja, í reinari ábyrgdarfráskriving.
– Mann droppaði grønmetið, og fór beint til lagkøkuna.
– Verður hetta ráðandi mentanin í føroyskum politikki framyvir, so verða vit enn einaferð sett undir umsiting, áðrenn vit vita av, skrivar Bjarni Kárason Petersen, sum sigur seg vera sera skuffan av samstarvsfeløgunum.
– Sum vit annars hava samstarvað væl við, skrivar hann.










