Tað skrivar Reuters.
Fyrr í vikuni boðaði Concacaf frá, at samgongan tekur undir við UEFA, sum hevur verið fremsti atfinningarrøddin móti Infantino. Men Mexico, sum var ein av vertstjóðunum fyri HM í summar, velur nú at ganga ímóti egnu samgonguni.
– FMF letur sín fulla stuðul til leiðsluna hjá forsetanum Infantino og arbeiðið at styrkja fótbóltsins stovnar og framhaldandi menna ítróttina, sigur mexikanska fótbóltssambandið.
Eisini argentinska fótbóltssambandið (AFA) hevur nú lýst sín stuðul til Infantino. Tað kemur kortini ikki óvart á, tí suðuramerikanska samgongan Conmebol boðaði hósdagin frá, at hon ikki fer at stuðla royndunum hjá UEFA at fáa Fifa-forsetan frá.
Í skrivinum til Infantino og stjórnina í Fifa skrivar AFA, at leiðslan tekur undir við arbeiðinum, sum er gjørt seinastu tíggju árini.
Afinningarnar móti Gianni Infantino tóku dik á seg, eftir at hann legði fram eitt uppskot um at selja ein part av rættindunum til kappingar hjá Fifa til privatar íleggjarar. Hóast uppskotið seinni varð tikið aftur, heldur UEFA fast um, at álitið á Infantino er farið.
Støðan í altjóða fótbólti er nú býtt. UEFA og Concacaf ynskja nýggja leiðslu í Fifa, meðan CAF í Afrika og Conmebol í Suðuramerika framvegis stuðla Gianni Infantino.










