North Atlantic Camp venjingarlega í Íslandi

Í gjár fór ein hópur við 11 U15 og U17 badmintonleikarum til Akranes í Íslandi á North Atlantic Camp badmintonleguna.

Tíðindaskriv:

 

Luttakararnir eru U15 og U17 badminton leikarar úr Føroyum, Íslandi og Grønlandi. Hetta hevur verið eitt afturvendandi tiltak í nógv ár, sum varð uppafturtikið í fjør.

Eftir at legan datt niðurfyri av koronafarsóttini, so byrjaðu vit aftur í 2024, tá legan var í Føroyum. Legan er stuðlað av Badminton Europe.

Í ár eru tilsamans 31 leikarar við, 11 úr Føroyum, 10 úr Íslandi og 10 úr Grønlandi.

Høvuðsvenjarin á leguni er Pontus Rydström, og afturat sær hevur hann 2 venjarar úr hvørjum landi.

 

Úr Føroyum eru hesir leikarir við:

Bryna á Borg, HBF

Hansina Eysturtún Mouritsen, HBF

Inga Guðrin Samuelsen, HBF

Tóra Erlandsdóttir, HBF

Boas á Reynatrøð, KBF

Jóhannus Lamhauge, KBF

Jónas Festirstein Dam, KBF

Mannbjørn Eysturtún Mouritsen, HBF

Óðin Eldevig, HBF

Sólfinnur Funding Luid, HBF

Tístram Hammer, HBF

 

Venjarar og ferðaleiðarar eru

Joanita Rasmussen og Jónas Vágsheyg.