U21 HM: Vinna Føroyar á Danmark møta vit Noregi í fjórðingsfinaluni

Tapa Føroyar fyri Danmark spæla vit fjórðingsfinalu móti Slovenia

Føroyar koma at spæla U21 HM-fjórðingsfinalu hósdagin klokkan 17.30. Fjórðingsfinalan verður móti antin Noregi ella Slovenia.

 

Slovenia vann millumbólk 1 við fimm stigum. Noreg endaði á øðrum plássinum við fýra stigum, og Eysturríki á triðja plássinum við trimum stigum. Tað gekk akkurát hjá Noregi at røkka fjórðingsfinalunum við einum 27-27 javnleiki móti Eysturríki. Slovenia vann greitt 37-31 á Ungarn, ið endaði aftast í bólkinum.

 

Vinna Føroyar á Danmark í bólkafinaluni í millumbólki 3 í dag, so skulu okkara spæla fjórðingsfinalu móti Noregi í Katowice. Tapa Føroyar fyri Danmark í dag, so skulu okkara spæla fjórðingsfinalu móti Slovenia í Sosnowiec.